Hon skrivar erliga og hjartanemandi um sínar tankar, eygleiðingar og upplivingar. Hvussu tað er at vera barnvaksin í umhvørvi, har lok og tøgn verða lagt á og um ymiskt, sum Dania í sínum vaksna lívi hevur kent trongd at seta orð á, at venda og snara og lata ivan sleppa framat.
Um trúgv, synd og frelsu - um tey og hini. Hetta at vera meiri varin, tá tað snýr seg um trúgv og innastu kenslur hjá næstanum.