Marjun Berbisá á Fríðriksmørk er gift og eigur trý børn. Hon hevur ein kandidat í mýliskari lívfrøði.
Hon hevur frá barnaárum av hildið, at hon ikki er "góð nokk", tí hon hevur vigað ov nógv.
Hon var ein glað genta og hevði góð barnaár, men í tíðini lá, at fyri at eydnast og vera lukkulig, so skuldi mann vera klænur. Hon hevur roynt nógvar kurar og verið kløn, men lukkan var ikki har.