Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan.
Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi, og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa - eisini hjá professionellum, sum vita betri.
Hetta sigur danski sálarfrøðingurin, Dorthe Birkmose, sum hevur varpað ljós á trupulleikan í ymskum samanhangum, tá starvsfólk hava borið seg ill at.
Hon er gestur í sendingini Credo.