Kitty May Ellefsen hevði úr at gera; hús og heim og almikið arbeiði. Hon varð alt meiri strongd og hevði torført at finna frið og hjartaði dukaði.
Tá gav ein kvinna henni tey ráð, at drekka sær eitt glas av reyðíni hvørt kvøld, so hon hevði lættari at sovna.
Men eina glasið varð til trý gløs uppá stutta tíð og síðani til tvær fløskur. Hon goymdi gløs og fløskur fyri familjuni til alt lívið steðgaði upp.
Læknin gav henni tey ráð at fara at renna og tá byrjaði alt at ljósna.