Eydna Skaale misti einkarsonin, tólv ára gamla Benjamin í ár. Hon kennir ein nívandi tómleika og longsul, tí alt minnir hana um sonin, sum er farin.
Hon hevur roynt at leita í bókmentum, um nakað er at finna um sorg, men lítið og onki er fest niður á blað í Føroyum.
Eydna skrivar sínar kenslur og sorg í ein blogg og fær soleiðis nakað av nívandi treganum út, sum annars tekur kvørkratak um hana.
Hon hevur eina kristna vón og trýr, at Benjamin er nú í "teim livandi, ævigu hondum".