Liðin eru 150 ár síðani William Sloan kom til Føroya á trúboðaraferð
28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick í Hetlandi og skrivar í dagbók sína. Hann er 27 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í skrivandi stund virkin í evangeliskum verki í Hetlandi.
Gjøgnum hetlendskar sjómenn hevur hann fingið at vita um viðurskiftini í Føroyum. Maðurin var William Gibson Sloan. Símun Absalonsen sigur frá trúboðaranum, Sloan, og hansara tíð í Føroyum.