"Av trúgv eina"
Martin Luther leitaði eftir einum náðigum Guði og fann Hann.
Martin Luther var ein úrmælingur. Hann var ein klókur og djarvur maður. Hann stríddist við iva, hvussu og hvar kundi hann finna ein náðugan Guð.
Orðini í Rómverjarabrævinum sannførdi hann um ein góðan Guð, sum menniskjan kemur í samband við. Ikki gjøgnum gerningar ella offur, fyri at blíðka Guð, men við tómum hondum, so sum tú ert.
Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá.
Hetta er fyrra sending um Martin Luther.