Birita Lamhauge Jóansdóttir er sálarfrøðingur. Hon hevur skrivað ritgerð, sum nevnist : "Sálarfrøðingurin, trúgvin og terapiin". Hetta er ein religiónssálarfrøðilig ritgerð og ein kvalitativ granskan av, hvønn týdning og hvørja funksjón trúgvin hevur fyri kristna sálarfrøðingin í terapeutiska arbeiðinum.
Innan religiónssálarfrøði hevur, tað seinastu 30 árini, verið ein áhaldandi áhugi í at granska munandi jaliga samanhangin millum trúgv og sálarligan trivnað.