Danska blaðkvinnan, Charlotte Rørth, var fyri nøkrum árum síðani í Spania í arbeiðsørindum.
Tá sá hon brádliga Jesus. Hetta broytti alt hennara lív.
Hon skrivaði tá bókina "Eg sá Jesus". Bókin varð metseljari og týdd til fleiri mál.
Sum ein avleiðing av hesum, skrivaðu fleiri fólk til Charlottu og søgdu frá ymsum, tey høvdu upplivað.
Alt hetta hevur hon fest á blað í bókini "Vit sóu Jesus".