Korona: Kunna um støðuna á almannaøkinum Tíðindafundur verður í Kringvarpinum klokkan 11. Aftur í dag verður tíðindafundur í sambandi við korona, og í dag verður kunnað um støðuna á almannaøkinum. Á tíðindafundinum vera Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommmunufelagnum, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Tíðindafundurin verður í Kringvarpinum klokkan 11, verður sendur í útvarpinum og sjónvarpinum.