Gudstænastan varð hildin í VB-høllini í Vági. Deknur var Elin Jacobsen, og klokkari var Mikkjal Djurhuus. Felagssangur var, og so luttóku eisini Hans Jacob Hjelm úr Vági og Gutta fra Scandinavia við sangi og tónleiki.
Gutta fra Scandinavia eru Steinar Storm Kristiansen tangentar og sang og Terje Mårstad gittar og sang. Tað vóru Ljóðtøkni og Finnur Olsen, ið gjørdu upptøkuna.