Børnini eru okkara kærasta ogn, og samfelagsins dýrabarasta tilfeingi. Ímyndin av, at øll børn eru ekkaleys og grundleggjandi glað fyri lívið, livir væl okkara millum. So einfaldur er veruleikin ikki.
Hóast tað innan psykiatriina, eins og innan onnur heilsuøki, ræður um at fanga trupulleikar og sjúkur so tíðliga sum gjørligt, sleppa tey børn og ung, ið gerast illa fyri sálarliga, at bíða eftir hjálpini á einum tvey ára longum bíðilista.