5. november í 2010 fekk 15 ára gamli Rólant Reginsson Biskopsstø nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Transplantasjónin gekk væl, men Rólant kemur at vera tætt knýttur at Ríkissjúkrahúsinum í nógvar mánaðar afturat, tí kroppurin vil ikki rættiliga góðtaka nýggja hjartað. Hetta kann taka langa tíð og skal alt regulerast við heilivági.Bergljót D. Hentze og Rúni Friis Kjær hava gjørt sendingina.