Ført verður eisini fram, at flogprísirnir forða fyri, at føroyingar uttanlands kunnu virka í Føroyum, og øvugt, at føroyingar í Føroyum kunnu virka uttanlands. Men er okkara flogsamband ov dýrt?
Kann tað gerast bíligari? Og skal okkara flogbreyt til umheimin rekast á privatum ella almennum grundarlagi?
Heini í Skorini hevur lagt sendingina og kjakið, ið kemur eftir sendingina, til rættis.