Í farnu viku fingu tey í Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu í Havn ein lítlan hvøkk, tá tey fóru undir at sortera klæðir, sum fólk høvdu latið til handilin.
Í einum buksum lógu einar handilstenn. Og síðani hava starvsfólkini roynt at fingið handilstenninar til rætta eigaran aftur. Tó uttan eydnu.
At fólk gloyma at tøma lummarnar á pløggunum, tey lata Bláakrossi, er als ikki óvanligt.
- Vit finna alt møguligt í lummunum. Til dømis privat pappír, stevningar, giftingarringar og nógv annað, sigur Winnie Hentze Andreasen, sum arbeiðir í Blákrossbúðini í Havn.