Kennir tú hesi listarfólkini?
Johan Deckman,, Simon Fensholm, Stinne Bo, Jesper Dahl "Jokeren", Anders Reventlov, Jacoba Niepoort og Claus Bohn?
Neyvan. Og tí vekir tað eisini ans, at júst hesi útlendsku nøvnini eru sloppin at sýna fram á árligu Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum.
Harumframt eru tríggir føroyingar við - tveir útisetar - Alda Mohr Eyðunardóttir og Eivør Pálsdóttir - og ein dani, sum er blivin føroyingur - Ole Wich.
Bárður Dal Christiansen, fyriskipari, greiðir frá, hví luttakaralistin sær soleiðis út, sum hann ger.