Gongur tú ígjøgnum viðarlundina í Havn um vikuskiftið, so kann vera, at tú rennur teg inn í nakrar víkingar, sum berjast fyri lívinum.
Í dag letur Víkingastevnan, Festívalvalhøll upp á fløtuni við Viðarlundina í Havn, har pisufundurin plagar verða hildin.
Endamálið við stevnuni, sum verður alt vikuskiftið, er at savna inn pengar til at gera ein víkingabygd í Føroyum.
Finnur Koba fór oman at sneyta seinnapartin í gjár, tá fyriskiparin Tóra Hansen og hinir víkingarnir løgdu seinastu hond á fyrireikingararbeiði.