- Eg haldi, at tey, sum skriva inn, ofta ikki vita, hvønn tey kunu tosa við, ella kanska vita tey ikki, hvussu tey skulu tosa um ting, sum eru flóvislig ella trupul, sigur Annika Dalsgaard, sum er ein av vertunum á Gentuvesinum.
Hálvtrýss partar eru gjørdir av sendingini, sum nú fer í summarfrí, men vertirnir lova, at tær vera aftur eftir frítíðina.
Tað heila byrjaði á ungdómspallinum Biit, men tá Gentuvesið fekk pláss í útvarpsskránni í summarfrítíðini, gjørdist pallurin brádliga nógv størri.