Sunnudagin, 12. juni, verður Tórshavn Marathon.
Eitt forkunnugt tiltak, ið er á skránni henda dagin, er Gangið í mínum skóm.
Tá ber til at hoyra trý ljóðbrot, sum kunnu geva fólki eina fatan av, hvussu tað er at stríðast við ótta, tunglyndi og skizofreni.
Hetta er eitt hugskot, sum Esther Djurhuus, sálarfrøðingur, fekk fyri nøkrum árum síðani.
Saman við Oddbjørg Johansen er hetta hugskotið nú ment so mikið, at tað er klárt at royna.