Filmurin Trøllabeiggi hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. Nú er hann í uppskoti til enn eina virðisløn, Hesa ferð er tað á einum stórum indiskum filmsfestivali.
Í tí sambandi eru Gudmund Helmsdal, leikstjóri, og Nikolaj Falck, leikari, bodnir til Mumbai at vera við á festivalinum.
Trøllabeiggi er søgan um tveir brøður, sum, eftir at teir brádliga mistu eldra beiggjan, stríðast fyri at bjarga garðinum hjá familjuni.
Hetta er ein søga, sum talar til flest øll fólk, sigur leikstjórin.