Trúgv, seksualitetur, sjúka og deyði.
Hesi eru nøkur av evnunum, sum fýra ung fólk tosa um í nýggju føroysku sendingini, Sært tú meg.
Elin Sólvør á Løgmansbø, Karstin Dánjalsson í Húsinum og Marin Jakobsen, ið øll eru í fyrstu sending, greiða frá upplivingini.
Tað var løgið og heitt at sita í reyða stólinum og greiða nøkrum púra fremmandum persónum frá ógvuliga persónligum viðurskiftum.
Tey eru tó samd um, at hetta var gevandi.