Alzheimerfelagið hevur, við góðari hjálp frá stuðlum, fingi til vega eina app, har til ber at finna kunning um nógv ymisk viðurskifti, ið hava við demens og demenssjúkur at gera.
- Har hevur ikki verið nakað stað, tú kanst finna føroyska kunning, um tú til dømist hevur varhugan av, at onkur hevur eina demenssjúku, sigur Ann-Mari Jensen, forkvinna í alzheimerfelagnum.
Í appini kanst tú lesa um hvørji tekin eru um byrjandi demens, avbjóðingar, ið kunnu stinga seg upp við mati og drekka, um samskifti bæði við demenssjúk og avvarandi og ymiskt annað.