- Eg visti als ikki av, at eg hevði eitt alt ov høgt blóðtrýst. Var eg ikki farin til læknan, so hevði eg ongantíð vitað av tí, og so kundi kanska gingið heilt galið.
Orðini eigur Steinbjørn V. Olsen. í fleiri ár hevði hann ov høgt blóðtrýst
Ráðini frá læknanum vóru púra greið: Steinbjørn skuldi røra seg meira í gerandisdegnum, og royna at eta heilsubetri. Og tað riggaði.
- Í dag taki eg so at siga ongan heilivág fyri blóðtrýstið, og eg venji seks dagar um vikuna. Eg havi tað upp á allar mátar betri, sigur Steinbjørn V. Olsen.