Tá mentanarnátt er í Havn, lata dyrnar upp til forvitnislig støð, har borgarar vanliga ikki hava atgongd.
Eitt av hesum støðum er tunnilin undir sjúkrahúsinum í Havn. Ein tunnil, sum nógv hava hoyrt um, men ikki so nógv hava vitjað.
Morgunsendingin gongur túrin saman við Katrin Joensen, stjórnarfulltrúa og Jóan Símun Saltá, depilsleiðara í tænastudeplinum.
Nógv áhugavert er at síggja á leiðini, tá tú gongur gjøgnum tunnilin.
Ikki minst tann parturin, sum upprunaliga var gjørdur til krígshospital.