Tað kunnu vera nógvar ymiskar orsøkir til, at fólk hava hug at fremja eitt karrieruskifti, sigur Maiken Skarðenni, vegleiðari á Vegleiðingarstovuni.
Summi kenna á sær, at uppgávan er loyst, og at tey tí skulu víðari. Onnur hava bara hug at royna okkurt annað.
Royndirnar vísa, at tað er eitt gott hugskot at tosa við ein vegleiðara áðrenn. Sannlíkindini fyri, at nýggja starvsleiðin er væleydnað, eru størri tá.
Skilagott er at tryggja sær, at baklandið eisini tekur undir við skiftinum, leggur Maiken Skarðenni aftrat.