Tað finnast ongi hagtøl fyri skarv og svartfugl í Føroyum, men Føroya Náttúruverndarfelag og Útoyggjafelagið meta, at stovnarnir eru illa fyri.
- Fyrr var nógvur skarvur at síggja her í Stóru Dímun, men í dag er so at siga ongin fuglur at síggja, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Hann heldur, at teir skarvar, ið eru eftir, skulu verjast, og at tíðin er komin til at lata allan svartfugl fáa frið, til stovnarnir koma fyri seg aftur.
Skarvur er viðkvæmur fuglur, tí hann er tamur, heldur seinur og sostatt lættur at skjóta.