The Whisky Bible er eitt dagført yvirlit og ummæli av fleiri enn 4500 ymiskum sløgum av whisky - og The Whisky Bible er seld í fleiri enn einari millión eintøkum. Tí er Jim Murray eisini millum mest viðurkendu whisky-ummælararnar, sum eru.
Hann hevur roynt fimtu fløskuna av whisky hjá Einar's Distillery, sum kemur út um eina viku, og gevur henni 94 stig av 100 møguligum. Hægsta stigini, hann nakrantíð hevur latið, eru 97,5, og tí ber til at siga, at lítla fløskan við grøna spjaldrinum valla kundi fingið betri karakter.