Klandur og ærumeiðing, manglandi heiður og virðislønir eru í snúðningsdeplinum, tá søgan um insulin verður søgd.
100 ár eru liðin síðan viðgerðin varð roynd á fyrsta sinni við hugaligum úrslitum, sum fekk granskarar at herja enn meira á.
Síðan tá er nógv hent á økinum, og framvegis henda javnan framstig, soleiðis at lívsgóðskan hjá teimum, ið hava diabetes, áhaldandi verður betri.
Jens Andreasen, yvirlækni í diabetes og Herborg Johannesen, yvirlækni í endokrinologi, greiða frá søguni og um hvussu statt hevur verið í Føroyum hesa tíðina.