Seinastu sjey árini hevur verið arbeitt við at fáa øll tey gomlu bondini í kringvarpssavninum talgildað, og hetta arbeiðið er nú um at vera komið á mál.
Undir verkætlanini, Savnsgull, var á sumri 2014 farið í holt við at talgilda alt skjalatilfarið og tey gomlu útvarps- og sjónvarpsbondini, sum annars høvdu verið í vanda fyri at farið fyri skeytið.
Summi bond eru so gomul, at tað hevur verið neyðugt at fara uttanlands at talgilda tey, og hesi árini eru seks túrar gjørdar til Belgia at talgilda bond.