Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,032 episodes available.
October 20, 2021Suðurkoreansk røð verður sædd um allan heimHermann Eliassen, miðlafrøðingur og filmsummælari, er í útvarpsstovuni og greinar, hvat tað er sum ger, at røðin er blivin tann mest sædda røðin nakrantíð á Netflix....more18minPlay
October 19, 2021- Breyðið gingið sum heitt breyðHugskotið og dreymurin var einfaldur. Tær báðar, Randi Olsen og Fríða Hansen, ynsktu at geva føroyingum møguleika at keypa nýbakað, gott súrdeiggj breyð. Tað hevur víst seg at vera ein stór succé. So stór, at køin uttan fyri bakarí'ið er fleiri metrar lang. Harafturat bleiv Breyðvirkið eisini kosið at vera ársins íverkseti 2021....more14minPlay
October 19, 2021Drona kollveltir bjargingararbeiði- Hetta er ein kollvelting fyri bjargingarfeløgini kring landið.Soleiðis sigur Jens Hansen, formaður í Havnar Bjargingarfelagi og umboð fyri Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í Føroyum.Kollveltingin er, at Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í næstum fer at brúka eitt heldur øðrvísið amboð, tá hjálp skal veitast í eini neyðstøðu.Felagið hevur útvegað sær eina heilt serliga dronu og sokallaðan dronubil. Tilsamans kostar hetta omanfyri 600.000 krónur....more14minPlay
October 19, 2021- Kannið børnini fyri CTDPinkubørn vera á sjúkrahúsinum kannað fyri CTD í sonevndu pku-royndini, men tað er ikki altíð, at henda roynd er eftirfarandi, tí tað tekur tíð áðrenn ávirkanin frá mammuni er horvin úr barninum. Tí verður mælt til, at pinkubørn taka eina blóðroynd afturat nakrar vikur seinni, og líkt er til, at nógv foreldur lata henda møguleika fara framvið.Hetta siga Amy Ljósheim og Sunneva Thorsteinsson, sum báðar eru nevndarlimir í CTD felagnum....more14minPlay
October 19, 2021VIDEO: LFB byggir ein dronubilLongri samrøða við Jens Hansen kann hoyrast HER...more6minPlay
October 18, 2021- Meira enn bara hitatúrarTá tú spyrt fólk, hvat tey kenna til skiftisárini hjá einari kvinnu, so eru hita- og sveittatúrar tað, sum tey flestu hava hoyrt um, og ofta endar kunnleikin har. Men skiftisárini eru so nógv meira enn tað, og upplivingarnar eru eins ymiskar og kvinnur eru.Ein av orsøkunum til, at vit ikki vita so nógv um skiftisárini, er, at hetta er eitt tabu; altso nakað, vit ikki tosa um....more26minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,032 episodes available.