Fyrilestrahaldarin í Norðurlandahúsinum mikudagin var Ivonna Johansen, phd lesandi, ið granskar kyn, kynsfatanir og kynsmentan hjá føroyskum børnum.
Tá tað snýr seg um kyn innan gransking, eru tveir vegir at fara. Biologiskt kyn, sum viðger, hvussu vit eru fødd, og so sosialt kyn, sum snýr seg um hvussu kyn verður brúkt í sosialum samanhangi.
Gentur verða lætnar í ljósareyð klæðir, tær spæla við dukkur og fáa at vita, hvussu fittar og vakrar tær eru, meðan dreingir eiga bláa litin, spæla við actionfigurar og suffað verður, tí teir eru so rokaligir.