Framvegis síggja vit, at menn liva fleiri ár styttri enn kvinnur. Ein orsøk er, at menn ikki eru nóg skjótir til lækna, tá okkurt er áfatt.
Menn verða ikki, eins og kvinnur, innkallaðir. Tí kann tað kennast teimum fremmant at leita sær læknahjálp.
Framvegis kemur tað javnan fyri at konan, og í summum førum mamman, ringir fyri mannin og biður um tíð hjá læknanum.
Umframt at umrøða menn og læknar, svarar Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, spurningum frá lurtarum.