- Tað er øgiliga sjáldsamt, at ein rithøvundurin, sum bara hevur skrivað tvær skaldsøgur, vinnur ein so stóran prís, sigur Kinna Poulsen, listaummælari.
Hon sipar til virðislønina, ið Niviaq Korneliussen fekk fyri bókina "Blómudalurin", sum snýr seg um sjálvmorð millum ung í Grønlandi.
Hetta hevur vakt stóran ans úti í heimi, ikki bara virðislønin og bókin, men eisini røðan, Niviaq helt, tá hon fekk virðislønina.
Hon legði dent á, at røðan er til teirra, hon skrivar fyri; ung í Grønlandi.