Hetta halda Rúni Winther Johnsen og Salua Manai, sum standa fyri einari royndarverkætlan í Margarinfabrikkini í Havn.
- Her eru nógvir førleikar, sum tú skalt menna, um tú av álvara vilt gera teg galdandi innan e-sport, sigur Rúni og reksar upp úthaldni, samskifti, búskap, vøddaminni, reaktiónsevni fyri at nevna nøkur.
Rúni er venjari hjá e-sportliðnum Ragnarok, sum venur tvær til fýra ferðir um vikuna í Margarinfabrikkini, og hann ivast onga løtu í, at teir fimm limirnir í Ragnarok kunnu brúka hesar eginleikar uttan fyri telduheimin eisini.