Síðsta kappróðrarár var als eingin ivi um, hvør bátur var besta 10 mannafarið. Klaksvíkingur vann allar róðrarnar.
Nú boðar manningin á Klaksvíkingi frá, at hon aftur rør í 2022.
Tað var lætt at manna bátiin, og tað er næstan sama manning sum í fjør, sigur Magnus Norðberg.
Síðsta róðrarár vóru tað tríggir bátar, Klaksvíkingur, Ormurin Langi og Havnarbáturin, sum kappaðust.
Tað hevði verið stuttligt, um feltið bleiv eitt sindur størri hesa ferð, heldur sigursvandi rógvarin.
Spurningurin er, um tit tora.