Sjálvt um flestu føroyingar hava lært at svimja, so er lang ímillum tøkini hjá nógvum, og tað er hetta, Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, fegin vil varpa ljós á við einum svimjiførleikaátaki, tey eru farin undir.
- Tey siga, at lærir tú at súkkla, so gloymir tú tað aftur. Tað sama kann fyri sovítt sigast um at svimja, men munurin er bara, at um tú ikki ert í hampuligum formi, so orkar tú ikki at svimja. Tí bjóða vit føroyingum at royna seg og svimja 200 metrar, og klára tey tað, so fáa tey eina nál afturfyri.