Ikki kann sigast annað, enn at tað liggur væl fyri hjá vágafólki at evna til, tí cafein er full av øllum frá sjokolátu og skúmtoppum til bulald, sjampo og perlaðar jólamenn.
Tað er Kvirra við Mariu Samson Christensen á odda, sum stendur fyri jólasøluni, ið hevur verið væl vitjað.
- Her hevur verið fólk alla tíðina, men tíbetur eru tey, sum selja, sera røsk at fylla upp aftur, so her alla tíðina er nokk til, sigur hon.
Ein av teimum, sum selur sínar vørur til tiltakið er Ruth á Plógv. Hon ger sápur av ymsum slag úr oljum, sum hon sigur eru góðar fyri teg.