Komandi tíðina koma fleiri skip í eina føroyska havn við sjófólki, sum eru langt heimanfrá.
Í nógv ár hevur verið siðvenja, at Faroe Agency letur manningunum á útlendsku skipunum, sum liggja í føroyskari havn, ein jólapakka.
- Vit fáa góðar afturmeldingar, og bæði menn og kvinnur umborð eru altíð sera takksom fyri jólapakkarnar, sigur Maria í Akrabyrgi, sum er stjóri í Faroe Agency og samskipar jólapakkarnar.
Tó so vóru eingin pakkar, um ikki føroyingar vóru so hjálpsamir: