Ynskið, sum vit spæla, í dag ljóðar soleiðis:
Kundu tit, ein av døgunum, spælt og lagt sangin "Lítla Marin droymdi", sum ein flokkur á Venjingarskúlanum sang einaferð í 80´unum, út á tykkara fb síðu? Tað var eitt so fitt video til sangin, har sangarar spældu leiklutirnar, sum sungið varð um.
Brotið hevur ofta verið víst í sjónvarpinum um jóltíðir.
Tað var í 1984, at børn í Venjingarskúlanum í Havn framførdu hetta lagið, og hetta var í tíðini, tá livandi ljós enn vóru at síggja í jólatrænum.