Frøist í dag er heitið á nýggjum jólasangi, sum er komin út.
Tað eru systkini Ólavur og Jona á Váli, sum lata úr hondum, og Ólavur og mamman, Charlotta á Váli Olsen hava skrivað tekstin.
Sangurin er innspældur og framleiddur í studionum hjá Ólavi, Kartney Music.
Eyðun Nolsøe spælir akkustiskan guitar, Torleik Mortensen spælir bass, Henning Hjalt Nicodemussen spælir trummur, og Kim Hansen spælir rhodes.
Restina av ljóðførunum hevur Ólavur sjálvur innspælt.