HM í svimjing í Abu Dhabi er av á hesum sinni, og ferðalagið er á veg heim. Øll uttan Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya.
Hann sleppur ikki heim at halda jól. Orsøkin er, at mánadagin var staðfest, at hann hevur fingið koronu. Tey
Kannað hvønn dag
Øll vóru kannað hvønn dag, meðan HM var, og mánadagin var kanningarúrslitið hjá Róki positivt.
Tí er Rókur strandaður í Sameindu Arabisku Emiratunum, og hann kann vænta at sita har í versta føri fram til nýggjárs, meðan restin av ferðalagnum er á veg heim.