- Ein vani er sum ein veit, sum vatn rennur ígjøgnum. Av tí sama tekur tað eisini tíð at fáa sær ein nýggjan vana.
Soleiðis sigur Jonna Poulsen, sum er vanavegleiðari. Eisini er hon útbúgvin sjúkrarøktafrøðingur og kostfrøðingur.
Tað er hesa tíðina á árinum, at nógv fólk vilja fáa sær betri vanar. Eitt nú vilja tey leggja av at roykja, røra seg meira, eta minni søtt, brúka minni tíð upp á fartelefonina og so framvegis.
Hóast tað kann tykjast trupult at broyta vanar, so er tað gjørligt, so leingi tú setir tær smá, realistisk mál, sambært Jonnu Poulsen.