Tað komst av tí, at eg var sjeyndi drongur á rað í systkinaflokkinum, greiðir Henry Margeir Petersen frá.
Hann veit ikki um nakran annan, ið er navngivin eftir teimum báðum.
Tvær ferðir hevur hann handað drotningini rósur. Fyrru ferð var á Kambsdali, tá galladøgurði var har. Tá var Henry sjey ára gamal.
Seinnu ferð var á sumri í fjør, tá drotningin vitjaði í Fuglafirði.
- Eg eri ikki serliga royalur sjálvur, men hetta er nokkso stuttligt, sigur fryntligi fuglfirðingurin.