Situr tú, sum Turið, við einum blokki og penni tá tú bindur, ella ivast tú í partínummarinum á tógvinum til troyggjuna, tú bant í vetur?
Spurningar sum hesir vóru við til at gera, at eitt hugskot tók skap í huganum hjá Turið Elinborgardóttir, sum veruliga er farin at binda nógv seinasta hálva annað árið.
- Eg hugsaði, at tað hevði verið stuttligt at gjørt eina føroyska bindidagbók, har til ber at skriva niður tað, sum man annars skrivar á leysar lepar, ella tekur mynd av á telefonini, fyri ikki at gloyma, sigur Turið.