18 ára gamla, Liza, sum er ættað úr Russlandi, vaks upp í havnarbýnum, Murmansk. Fyri sjey árum síðani flutti hon, saman við familjuni, til Føroya.
Tað var trupult at byrja í fjórða flokki og ikki duga málið, minnist Liza. Men lærarar og floksfelagar gjørdu, at hon kendi seg væl móttikna.
Nú hevur Liza fingið sítt heilsuhjálpara prógv. Ein sólskinssøga, sigur Heilsuskúli Føroya á sínum vanga.
Liza ætlar at útbúgva seg víðari og hevur søkt til heilsurøktara.