Sinnisbati Ung arbeiðir fyri at skapa einar betri Føroyar.
Endamálið er at varpa ljós á og bøta um sálarheilsustøðuna í Føroyum, serliga millum ung. At hjálpa øllum teimum kring landið, ið stríðast.
Tað siga Anna Joensen-Næs og Annika Malunardóttir, ið báðar eru í ungdómsbólkinum.
Evnið sálarheilsa hevur leingi verið tabu millum føroyingar. Vit ynskja at bróta tøgnina og byrja eina samrøðu.
Virksemið í ungdómsbólkinum snýr seg um at upplýsa og økja um vitanina innan evnið og arbeiða fyribyrgjandi.