Johan Dahl vísir á, at ein kanning, ið var gjørd fyri nøkrum árum síðani vísti, at stórur meiriluti av føroyingum vildu varðveita c, q, w, x og z í stavraðnum.
Hann heldur, at tað hava stóran týdning, at føroyingar hava frælsi at brúka skriftmálið til fulnar.
Tí hevur hann nú spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, um hann hevur nakrar ætlanir á hesum øki.
Hann vil eisini hava eitt aðalorðaskifti um hesi viðurskifti.