Tíbetur var tað ikki ein nýggjur vertur, sum stóð har. Tað sigur Magnus Magnussen, sum hevur drúgvar royndir sum gekkavertur.
Brúk var fyri royndunum fríggjakvøldið, tí tá gekk einki sum tað skuldi.
Tøknin sveik, og spælið mátti avgreiðast á alternativan hátt.
Endin var, at verturin mátti ringja við síni egnu telefon til lúkuvinnararnar.
Tann, ið vann fulla plátu, kundi ikki snara. Tann parturin verður avgreiddur í kvøld, mánakvøld, eftir 3-2.
Tað var ikki stuttligt, meðan eg stóð í tí, viðgongur Magnus Magnussen.