Hósdagin kemur árliga skattauppgerðin, og tá kunnu allir føroyingar fara í Mínboks at vita, um teir hava fingið pengar aftur í skatti.
Diana Gilstón, deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni, greiddi frá, at í dag verður mínboks nýtt. Tó verða brøv send út til fólk, sum enn ikki hava fingið sær Mínboks, men tey kunnu vænta at bíða til í næstu viku eftir uppgerðini.
Upphæddin liggur árliga millum 50 og 57 milliónir, sum verða afturgoldnar. Nøkur fólk fáa tó eina rokning, tí tey hava goldið ov lítið í skatti, meðan nógv fólk hvørki fáa ella skylda nakað.