Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, er oljuprísurin hækkaður rættiliga nógv. Men eisini fleiri landbúnaðarvørur, eitt nú hveiti og korn, er dýrkað.
Tað er ilt at meta um, hvussu verður í framtíðini, sigur Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum og vertur í sendingini Búskapur og vinna á Rás 1.
Um kríggið í Ukraina endar, kann alt broytast rættiliga skjótt til tað betra.
Hinvegin kann prísurin skjótt vaksa enn meir, um antin Russland ella londini í vesturheiminum velja at sløkkja fyri olju- og gassveitingum úr Russlandi.